Akstovan noyðist aftur til arbeiðis

bannari
Akstovan noyðist aftur til arbeiðis
Akstovan, sum ætlaði at steingja í dag, skal lata upp aftur, sigur løgmaður
 
16.03.2020 - 07:22

Vit hava ongantíð sagt, at almennar tænastur skulu niðurleggjast.

So greiður var Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, tá hann varð spurdur, hvat hann helt um, at Akstovan hevur stongt sítt virksemi í tvær vikur.

Líkt er tí til, at Akstovan skal lata uppaftur, so millum annað bilasølur kunnu fáa sínar nýggju bilar skrásettar.

Bilasølur skilja ikki Akstovuna

Tað var fríggjadagin, at Akstovan boðaði frá, at stovnurin steingir avgreiðsluna.

Hetta kom dátt við hjá bilasølunum, sum harvið ikki fáa skrásett bilarnar, tær hava selt í seinastuni. Ei heldur ber til at selja fleiri bilar, tí teir skulu skrásetast.

At steðga við at skráseta bilar er fullkomiliga gale-mathias, segði stjórin í Vensel, Rúni Djurhuus.

Stjórin í Wenzel segði, at Akstovan í minsta lagi átti at lata eitt starvsfólk vera til arbeiðis at framleiða nummarplátur:

Teir skulu faktiskt bara leggja pláturnar í ein svartan sekk, skriva Wensel á og blaka hann út um hurðina. So tú noyðist ikki at nerta við starvsfólkini. Tað er eingin trupulleiki, sigur Rúni Djurhuus.

Akstovan misskilt boðskapin

Og stendur tað til løgmann, so verður tað so:

– Vit hava ikki givið boð um, at almennir stovnar skulu steingja. Vit hava ikki givið boð um, at almenn starvsfólk skulu fara til hús. Vit hava sagt, at fyri at minka um smittuspjaðing, so hava vit mælt til, at fólk, sum kunnu arbeiða heimanífrá, fara heim at arbeiða, soleiðis at færri vera á arbeiðsplássinum, segði Bárður á Steig Nielsen á tíðindafundinum í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659