Helgi Abrahamsen eigur málsøkið

Helgi Abrahamsen eigur málsøkið
Jacob vestergaard, landsstýrsmaður, biður Jóhannis Joensen, løgtingsmann, seta Helga Abrahamsen fyrispurningin í staðin
Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, hevur spurt um gósðkuna á útróðrarfiski
 
16.03.2020 - 10:58

Landsstýrismaðurin í vinnumálum eigur málsøkið, og tí eigur spurningurin at verða settur honum.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum hevur svarað einum fyrispurningi frá Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni, um ætlanin er at gera nakað til tess at bøta um góðskuna á útróðrarfiski, so útróðrarbátar fáa besta prísin.

Jacob Vestergaard svarar, at góðska á útróðrarfiski er fevnd av matvørulógini og kunngerð um m.a. heilsufrøðiligan rakstur og viðgerð av fiski og fiskaúrdrátti.

Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum umsitur matvørulógina og nevndu kunngerð, og tí eigur spurningurin at verða settur honum, sigur Jacob Vestergaard.

Helgi Abrahamsen er landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858