Ógreitt um landskassin rindar fyri brimskaða

Ógreitt um landskassin rindar fyri brimskaða
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað Sirið Stenberg, løgtingskvinnu
Ódnin gjørdi stóran skaða á grótkastið í Hvalba
 
17.03.2020 - 10:42

Enn er ov tíðliga at siga, um landskassin fer at bera part av útreiðslunum at umvæla grótkøst, sum fóru í ódnarveðrinum herfyri.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, sum hevur spurt um málið.

Samband hevur verið millum Fíggjarmálaráðið og Kommunufelagið um viðurskifitni, har m.a. møguleikin við einum vanlukkugrunni varð umrøddur.

Sama hvat loysnin verður, er greitt, at fleiri spurningur mugu viðgerast í sambandi, og tí er ov tíðliga at gera nakra endaliga niðurstøðu, sigur Jørgen Niclasen.

Landskassin hevur fyrr borið part av útreiðslunum at umvæla grótkøst, sum hava fingið skaða.

Í sambandi við skaðarnar, sum vóru í Skálavík og Hvalba í 2008, læt landskassin ávikavist 400.000 og 900.000 kr. Tað svaraði til umleið ein tíggjundapart av tí, sum umvælingin kostaði. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040