Ongin fótbóltur í apríl

bannari
Ongin fótbóltur í apríl
Fótbóltskappingarnar í bæði vaksnamanna- og barnadeildunum eru avlýstar í apríl mánaði. Sostatt verður ongin fótbóltur fyrr enn í fyrsta lagi 1. mai
Allar fótbóltskappingar í apríl mánaði eru fyribils útsettar til í mai
Mynd: Savnsmynd  
 
23.03.2020 - 11:47

Allur fótbóltur í apríl mánaði er avlýstur. 

Tað boðar Fótbóltssambandið frá á heimasíðu sínari. 

Kappingarnevndin hevur gjørt av, at fyribils verða allar kappingar, sum FSF skipar fyri í apríl mánaði, útsettar. 

Tað merkir, at ongir dystir í lands- og steypakapppingunum verða spældir fyri 1. mai, og tað er galdandi fyri bæði vaksnamanna- og barnafótbólt, sigur FSF. 

Avgerðin er tikin í samráði við heilsumyndugleikarnar, og ikki fyrr enn nýtt tilmæli frá myndugleikunum kemur, koma boð frá FSF, um nær kappingarnar kunnu byrja, og hvør kappingarætlanin síðani verður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444