ÍF skelkaði B36 í Gundadali

ÍF skelkaði B36 í Gundadali
Fulgfirðingar fingu sítt fyrsta stig, tá teir tóku øll á bóli og spældu seg til 3-3 javnleik ímóti B36 í Gundadali. Aðrastaðni helt sigursrøðin hjá Víkingi fram
ÍF skelkaði B36 og fekk sítt fyrsta stig eftir 3-3 javnleik í Gundadali
Mynd: ÍF  
 
29.04.2024 - 20:40

ÍF fekk sítt fyrsta stig í ár, tá fuglfirðingar skelkaðu B36 við 3-3 javnleiki í Gundadali mánakvøldið.

Fá góvu ÍF stórar møguleikar fyri dystinum, men bert tveir minuttir vóru farnir, tá Kasper Sommerstedt legði útiliðið framum. Vilmer Johannes Rønnberg javnaði seks minuttir seinni, áðrenn Kasper Sommerstedt aftur var upp á spæl og skoraði til 2-1.

Skelkurin var fullkomin, tá Jhon Mena Perez økti til 3-1, men B36 svaraði aftur báðu megin steðgin. Bjarki Nielsen minkaði um munin, og liðini vóru ikki meir enn komin aftur á vøllin til seinna hálvleik, tá Marius Kryger Lindh javnaði.

Men heimaliðið fekk ikki avgjørt til egnan fyrimun, og nú eru fýra landskappingardystir síðan, at Dan Brimsvík og B36 fingu trý stig. Hjá nýggja ÍF-venjaranum, Jákupi Martin Joensen, kemur fyrsta ÍF-stigið í ár væl við, hóast tað kundu verið meir.

 

Sigursrøðin hjá Víkingi heldur fram

Poul Kallsberg tryggjaði Víkingi øll stigini í Runavík, og sigursrøðin hjá teimum ljósabláu telur nú sjey dystir. Málið kom, tá 64 minuttir vóru spældir, og NSÍ megnaði ikki at svara aftur, hóast heimaliðið fekk onkran kjans ímóti endanum.

Skála vann greiðan 3-1 sigur á B68 undir Mýruhjalla. Karl Martin Johansen legði heimaliðið framum við brotssparki tíðliga, áðrenn Dávid Johansen økti. Tá 67 minuttir vóru spældir skoraði Carlos Felipe De Sousa Ferreira til 3-0, og hóast Villiam Klein minkaði um munin stutt eftir, var sigurin ongantíð í vanda. Skála er komið upp á sjey stig, meðan tað sær alsamt truplari út hjá B68, sum bert hevur fingið eitt stig enn.

Góða gongdin hjá HB helt fram á Dungasandi í Sørvági, har teir reyðsvørtu vunnu tryggan sigur á 07 Vestur. Bert tríggir minuttir vóru spældir, tá Mathias Voss skoraði ímóti sínum gamla felagi, og beint fyri steðgin økti Eivind Restorff Mouritsen til 2-0. Sami maður lá aftur framvið í yvirtíðini, og HB hevur nú 18 stig á 2. plássi.

Fimti dysturin í sjeynda umfari verður í annaðkvøld, tá KÍ vitjar EB/Streym.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. januar
EM-tíðindi 26. januar 2026
203227
Mánadag 26. januar
Mánadagur morgunlestur 26.januar 2026
203179
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084