Vága floghavn sett krepputiltøk í verk

bannari
Vága floghavn sett krepputiltøk í verk
Starvsfólk fara niður í arbeiðstíð og løn, til tess at tryggja búskaparliga grundarlagið, sigur nevndarformaðurin
Vága Floghavn hevur lagað virksemið til støðuna við korona-smittuni
 
23.03.2020 - 11:59

– Fyri at tryggja búskaparliga grundarlagið hjá Vága Floghavn er neyðugt at laga virksemið til íkomnu støðuna, sigur Regin Hammer, nevndarformaður í Vága Floghavn, í tíðindaskrivi.  

Skerjingarnar í upplatingartíðum merkja, at øll starvsfólk fara niður í arbeiðstíð, og samsvarandi niður í løn. Fyribils eru krepputiltøkini galdandi til 30. apríl.

 >> SÍ EISINI Flestu flogferðirnar eru avlýstar, og tað sæst aftur í Vága Floghavn

Seinasta mikudag steðgaði SAS allari flúgving til Føroya, og Atlantic Airways hevur boðað frá, at teirra flúgving komandi vikurnar í fyrstu syftu verður avmarkað.

Atlantic Airways flýgur til ein túr til Keypmannahavnar og aftur mánadag, mikudag og fríggjadag. Tyrluflúgvingin verður somuleiðis skerd til einans mánadag og fríggjadag.

Ongar inntøkur í løtuni

Vága Floghavn fer bara at hava opið frá 9 til 16 teir dagar flúgving er, og manningin verður avmarkað til tað minst møguliga. Umstøðurnar merkja sostatt, at hvørki flogfeløg ella flogvøllur hava nakrar inntøkur.  

– Vit harmast sjálvandi um støðuna, og at hetta rakar inntøkugrundarlagið hjá hvørjum einstøkum av starvsfólkum okkara, men vit síggja tíverri ikki aðra loysn enn at seta hesi tiltøk í verk alt fyri eitt, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri.

Vága Floghavn arbeiðir við at tryggja starvsfólkunum fíggjarliga hjálp fyri lønarmissin gjøgnum almenna hjálparpakkan, stendur í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
Norðurljóð 2.november 2026
215022
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711