Heldur einki ansingargjald í Eysturkommunu

bannari
Heldur einki ansingargjald í Eysturkommunu
Stovnarnir eru stongdir fyribils til 13. apríl
 
30.03.2020 - 12:48

Heldur ikki Eysturkommuna fer at krevja barnaansingargjald frá teimum, sum ikki brúka dagsstovnarnar, ið fyribils eru stongdir til 13.apríl.

Dagstovnar, frítíðarskúlar, forskúlar og skúlar taka bara børn, tá foreldrini arbeiða við samfelagsligum kjarnuuppgávum og veitingum, og tí ikki fáa verið heima. 

Hesar uppgávur og veitingar eru sambært Eysturkommunu millum annað arbeiði í heilsuverkinum, í eldraøkinum, løgregluni, kriminalforsorgini, tilbúgvingini, ruskkoyringini, handilsvinnuni, flutningi, útflutningsvinnuni og í almenna tíðindaflutninginum.

Skúlarnir í Eysturkommunu taka bara børn, sum eru í fyrsta flokki og í øðrum flokki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053