1,3 milliónir brúktar at hýsa fólki í sóttarhaldi

bannari
1,3 milliónir brúktar at hýsa fólki í sóttarhaldi
Heilsumálaráðið hevur higartil brúkt 1,3 milliónir krónur til at hýsa fólki í sóttarhaldi. Partur av pengunum er farin til høli, sum standa tóm.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.04.2020 - 19:34

Enn eru ongar rokningar avgreiddar, men ein leystlig gjøgnumgongd av skjølunum í málinum vísir, at í rundum tølum eru higartil brúktar 700.000 krónur til at hýsa fólki á Hotel Vágum. Smáar 400.000 krónur eru brúktar til at hýsa fólki á Rúnarlon, sum liggur við Hotel Føroyar í Havn. Og so eru 200.000 krónur brúktar til at hýsa fólki á Hotel Øravík í Suðri. 

Tilsamans 1,3 milliónir krónur, ið tó skulu takast við fyrivarni, tí enn er einki gjørt upp.

Meðan tey bæði fyrru leigumálini - Hotel Vágar og Rúnarlon - eru dúgliga brúkt - so hevur higartil eingin sitið í sóttarhaldi á Hotel Øravík, sum Heilsmálaráðið hevur leigað síðani 13. mars. Hotell Øravík varð leigað, fyribils allan mars mánaða, men tað leigumálið heldur ikki fram.

Umframt hesi trý tilboð hevur Heilsumálaráðið eina røð av tilboðum kring alt landið, til at taka - tó uttan at ítøkilig avtala er gjørt um nakað.

Herfyri vórðu 2,3 milliónir krónur játtaðar við fíggjarnevndarskjali til smittufyribyrjandi tiltøk. Av hesum skulu 1,7 millión brúkast til gisting og vistarhald, meðan restin skal brúkast til organisering, serfrøði, flutning og annað. 

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur at almenna tilboðið um sóttarhald stendur við, so leingi tørvur er á tí, í mun til smittu spjaðingina. 

Landsstýrismaðurin ásannar, at fíggjarnevndarskjalið frá 11.mars er bara tað fyrsta av fleiri, tí tilbúgvingarparturin í samband við korona-smittuna fer at kosta nógvar milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985