Skjótt klárt at seta í sigling

Skjótt klárt at seta í sigling
Róðrið hjá Hasfjord skal gerast betri, so tað virkar skjótari, áðrenn skipið kann byrja siglingina
Hasfjord, ið Strandferðslan hevur keypt til sigling í Skopunarfirði, liggur í løtuni á Bursatanga
Mynd: KvF  
 
15.04.2020 - 15:16

Nú verður Hasfjord skjótt klárt at seta í siglingina í Skopunarfirði, sigur Hilmar Eliasen, stjóri í Strandfaraskipum landsins

Útgerðin, sum skal fáa róðrið hjá skipinum at virka skjótari, verður nú sett upp. Róðrið hjá Hasfjord skal gerast betri, so tað virkar skjótari. 

Hasfjord, ið skal flyta tungan farm í Skopunarfirði, kom til Føroya 20. februar. Men skipið liggur enn í Havn, nú skjótt tveir mánaðir eru farnir, síðani tað kom. Hasfjord hevur bara eina skrúva har afturari. 

Tá skipið skal snara um seg sjálvt bæði í Skopun og á Gomlurætt krevst, at róðrið virkar skjótari enn tað ger nú. Tað arbeiðið skal MEST gera. Tá Hasfjord sigldi í Noregi hevði tað ikki fyri brúk fyri júst tí, at snara um seg sjálvt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053