Úrslitið setti met í fjør

Úrslitið setti met í fjør
Smyril Line rindar ikki vinningsbýti fyri 2019, hóast úrslitið var serliga gott
Samlaða sølan hjá Smyril Line var 937 milliónir krónur í 2019
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.05.2020 - 12:19

Úrslitið hjá Smyril Line í fjør setti met. Avlopið hjá samtakinum var 75 milliónir krónur. Men hóast góða úrslitið, rindar Smyril Line einki vinningsbýti fyri 2019.

Samlaða sølan hjá samtakinum fyri árið 2019 var 937 milliónir krónur. Árið fyri var hon 845 milliónir krónur. Gjaldførið hjá samtakinum við ársenda í 2019 var 167 milliónir krónur.

Árið fyri var gjaldførið 101 millión krónur. Eginpeningurin í Smyril Line er 348 milliónir krónur. Umleið 475 fólk starvast í Smyril Line-samtakinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615