Breddin: Korona og lønarsáttmálar

Breddin: Korona og lønarsáttmálar
Fýra løgtingsfólk fara at kjakast um spurningin, um hetta er rætta løtan at hækka lønirnar
Malan Johansen er landsbankastjóri
 
12.05.2020 - 11:03

Fakfeløgini skulu vísa hógv í lønarsamráðingunum, sigur landstýrismaðurin í fíggjarmálum.

Jørgen Niclasen hevur heitt á Starvsmannafelagið um at strika lønarhækkingina 1. oktober.

Malan Johansen, landsbankastjóri, sigur, at støðan er broytt, men hon er ikki so svartskygd. Samrøða verður við landsbankastjóran í Breddanum.

Lønargjaldingar og skattur

Lønargjaldingarnar og skattainntøkurnar vaksa enn, men í havsbrúnni hómast eitt arbeiðsloysi, sum serliga  fer at raka umleið 1400 fólk, sigur ferðavinnufelagið.

Í Breddanum í dag seta vit sjóneykuna á partar av føroyska búskapinum, og kjakast verður, um hetta er rætta løtan at hækka lønirnar.

Í kjakinum verða Beinta Løwe, løgtingskvinna í Tjóðveldi, Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, Magnus Rasmussen, formaður í fíggjarnevndini, og Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum á tingi

Breddin í útvarpinum í dag, klokkan fimm minuttir yvir fimm!

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204