Tryggingarfeløgini longda freist

Tryggingarfeløgini longda freist
Landstýrismaðurin hevur givið tryggingarfyritøkunum betri stundir, at lata inn ársfrágreiðingina. Orsøkin er støðan við COVID-19
Tryggingarfeløgini hava fingið longt freistina, at lata inn ársfrágreiðingina orsakað av COVID-19
 
13.05.2020 - 06:46

Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum hevur sett í gildi eina kunngerð, ið gevur fyritøkum á økinum hjá Tryggingareftirlitinum betri stundir at lata ársfrágreiðingina inn.

Nýggja kunngerðin loyvir tryggingarfeløgum, tvørgangandi eftirlønargrunnum og P/F Lív, lívs- og pensjónstryggingarfelag, at lata inn ársfrásøgn fyri 2019 í seinasta lagi 31. juli 2020. 

Fer úr gildi aftur á nýggjárinum

Sambært lógini skal ársfrásøgnin annars latast inn í seinasta lagi fýra mánaðir eftir, at roknskaparárið er endað.

Í kunngerðini verður kortini álagt fyritøkunum at senda Tryggingareftirlitinum ársfrásøgnina uttan ógrundaðan steðg eftir góðkenning á aðalfundinum.

Kunngerðin kom í gildi í farnu viku og fer úr gildi aftur 1. januar 2021.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891