Útflutningurin minkaði 100 milliónir í mars

Útflutningurin minkaði 100 milliónir í mars
Fyrsta ársfjórðing minkaði útflutningurin til Kina 164 milliónir kr., ella 65 prosent
Útflutningurin til Kina er nógv minkaður í ár
 
13.05.2020 - 13:30

Virðið á útflutninginum í mars var 100 milliónir krónur minni enn í mars í fjør. 

Tað boðar Hagstovan frá í dag. 

Tað er serliga fiskaútflutningurin, ið er minkaður. Tilsamans minkaði fiskavøruútflutningurin 50 millióinir krónur, sum er átta prosent.

Og tað er serliga til kinesiska marknaðin, at føroyingar útflyta minni. 

Fyrsta ársfjórðing minkaði útflutningurin til Kina 65 prosent, ella 164 milliónir krónur, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Tilsamans er útflutningurin fyrsta ársfjórðing sjey prosent, ella 164 milliónir krónur minni,  enn fyrsta ársfjórðing í fjør.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213