Mannagongd tá illgruni er um heilaskjálvta

Mannagongd tá illgruni er um heilaskjálvta
Tá ein heilsumyndugleiki skal kanna ein leikara á vøllinum, sum hevur fingið ein snudd í høvdið, er mannagongdin greið, sigur Elmar Ósá, lækni
Elmar Ósá, læknasamskipari hjá FSF
Mynd: savnsmynd  
 
17.05.2020 - 17:08

Elmar Ósá, læknasamskipari hjá FSF og lækni hjá A-landsliðnum greiðir frá hvussu mannagongdin er, tá illgruni er um heilaskjálvta.

 

Heilsumyndugleikin skal fyrst og fremst gera eitt eftirlit, tá hann kemur inn á vøllin til skadda leikaran. Hann fær 3 minuttir at gera hesa metingina. 

 

Heilsumyndugleikin hevur ábyrgd og myndugleika at biðja um útskifting, um hann ikki kann svara noktandi til allar niðanfyristandandi spurningar. 

 

Mannagongdin

1:  Liggur spælarin uttan at røra seg
2:  Hevur hann trupulleikar við javnvágini
3   Er leikarin ørvitisligur
4   Hevur hann eitt tómt eygnabrá
5   Hevur hann ein ógvusligan andlitsskaða

 

Kann heilsumyndugleikin svara játtandi til ein av spurningunum, so skal leikarin av vøllinum og ikki inn aftur, sigur Elmar Ósá, lækni.

 

Kann heilsumyndugleikin svara noktandi til allar spurningarnar, fer hann víðari í mannagongdini, sum er at seta leikarunum ítøkiligar spurningar.

 

Spurningarnir sum leikarin skal megna at svara

1: Hvar eru vit

2: Hvørjum hálvleiki eru vit í

3 Hvør skoraði seinast

4: Hvørjum spældu vit í móti seinast

5: Vunnu vit tann dystin

 

25 % fáa langtíðar mein

Kanningar vísa, at 25 % av leikarum við heilaskjálvta fara ov skjótt í gongd aftur. Tað kann føra til stórar trupulleikar, sum tú kemur at stríðast við í fleiri mánaðar ella ár. 

 

Elmar Ósá greiddi frá hesum í sendingini, Bólturin, í samband við, at tveir leikarar hava fingið skaða í høvdið, men spælt víðari.

Tú kanst hoyra alla samrøðuna her  Heilsumyndugleikin eigur avgerðina

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. oktober
Føtur undir egið borð (2:3)
181232
Týsdag 1. oktober
Góðan morgun Føroyar
181454
Týsdag 1. oktober
Morgunlestur týsdagur 1. oktober 2024
180899
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. oktober
Veðrið
181488
Týsdag 1. oktober
Hvør býr her? (1:4)
180890
Mánadag 30. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
181438
Mánadag 30. september
3-2 (30. september 2024)
181437
Sunnudag 29. september
Guðstænasta úr Sørvágs kirkju
181366