Vága Floghavn tríggjar ferðir á reyðalista

bannari
Vága Floghavn tríggjar ferðir á reyðalista
COVID-19 smittuvandin hevur verið serliga stórur í Vága Floghavn í seinastuni, siga loftferðslumyndugleikarnir í Evropa
Floghavnin í Vágum hevur staðið á reyðalista hjá evropeisku loftferðslumyndugleikunum tríggjar ferðir í seinastuni, tí stórur vandi var fyri, at verða smittaður við COVID-19
Mynd: Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.05.2020 - 12:41

Loftferðslumyndugleikarnir í Evropa hava síðani fyrst í mars skrásett floghavnir, har serliga stórur vanda hevur verið fyri at verða smittaður við COVID-19.

Listin varð fyrstu ferð útgivin 13. mars. Tá vóru ongar floghavnir í Evropa á yvirlitinum hjá loftferðslumyndugleikunum, men tríggjar dagar seinni vóru 11 floghavnir í Evropa komnar á listan.

Listin dagførdur 12 ferðirnar

Allar 11 floghavnirnar á reyðalistanum hjá EASA vóru støð, har serliga stórur vandi var fyri at verða smittaður. Hetta vóru floghavnir í Norðuritalia, Fraklandi, Eysturríki, Týsklandi og Spania.

Vága Floghavn hevur í trimum umførum staðið á reyðalista hjá evropeisku loftferðslumyndugleikunum síðstu tveir mánaðirnar, síðani byrjað varð at skráseta og útgeva listan.

Loftferðslumyndugleikarnir í Evropa hava hava hetta tíðarskeiðið útgivið reyðalistan tilsamans tólv ferðirnar, skrivar danska heimasíðan, check-in.dk

Ikki vist, hvør orsøkin er

Vága Floghavn kom fyrstu ferð á reyðalistan hjá EASA 30. mars, og stóð á reyðalistanum til 18. apríl, tá floghavnin varð tikin av listanum yvir floghavnir, har smittuvandin í Evropa var serliga stórur.

Regin Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn, sigur við útvarpið, at hann kennir ikki ítøkiligu orsøkina, men hann heldur, at orsøkin kann vera, at smittutalið í Føroyum var so stórt eitt tíðarskeið.

Regluliga ferðafólkaflúgvingin til og úr Føroyum um Vága Floghavn steðgaði 17. mars. Eftir tað flugu fimm flogfør seinastu føroyingarnar heim áðrenn flúgvingin so at siga steðgaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558