Hallið góðar 10 milliónir

Hallið góðar 10 milliónir
Barsilsskipanin fer at hava góðar 10 milliónir krónur í halli næsta ár
 
18.05.2020 - 08:59

Munurin millum inngjøld og útgjøld til Barsilsskipanina er 8,1 millión, og tvær milliónir fara til TAKS, sum umsitur skipanina. Eisini í ár verður hall.

Tað verður 700.000 krónur størri enn næsta ár, vísa tøl, sum Vinnunevndin hjá løgtinginum hevur fingið frá Umhvørvis- og Vinnumálaráðið.

Tað hevur verið frammi fyrr, at neyðugt er at hækka inngjaldið til Barsilsskipanina, skal hon ikki fara av knóranum. Barsilsskipanin hevði somuleiðis hall í fjør. Tað var seks milliónir, tá umsitingargjaldið til TAKS er talt við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520