Breddin: Seyðahald, rúmdarferð og Hongkong

Breddin: Seyðahald, rúmdarferð og Hongkong
Trý evni eru í Breddanum seinnapartin
Bøndur og seyðaáhugað umrøða seyðahald í Breddanum í dag
 
27.05.2020 - 13:45

Treingir seyðahaldið í Føroyum til nýhugsan? Hvussu við djóravælferðini og fyrilitinum fyri náttúruni. Hevði meira komið burturúr við at lækka áseyðatalið og at hava seyðin inni um veturin?

Bøndur og seyðaáhugað fara at umrøða hesar spurningar í Breddanum í dag.

Fyri fyrstu ferð síðani 2011 sendir USA rúmdarmenn í einum amerikonskum rúmdarfar til altjóða rúmdarstøðina. Hetta verður av fleiri fatað sum ein søgulig hending.

Verða talufrælsið og onnur frælsisrættindi nú avmarkað í Hongkong? Ófriður er kyknaður aftur í Hongkong, eftir at Kina fer at seta eina trygdarlóg í gildi, sum stór mótstøða er ímóti.

Breddin í útvarpinum klokkan 17.05.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558