HB uttan Adrian setti Víking upp á pláss

HB uttan Adrian setti Víking upp á pláss
Hóast glóðheiti Adrian Justinussen fór av vøllinum við skaða tíðliga, vann HB sannførandi á einum tannleysum Víkingaliðið í Gundadali
HB sannførandi móti Víkingi - eisini uttan Adrian Justinussen
 
28.05.2020 - 21:35

Við tveimum málum frá Mathiasi Nygaard og einum frá René Shaki Joensen vann HB sannførandi 3-0 sigur á Víkingi.

Við teimum trimum stigunum legði reyðsvarta havnaliðið seg undir liðina á grannanum og argasta kappingarneytanum, B36, í toppinum í landskappingini. 

Nú er lagt upp til eitt satt brak, tá tey bæði liðini - bæði við fullum stigatali eftir fýra dystir - bresta saman í Gundadali 2. hvítusunnudag.

Adrian skaddur, men HB kundi kortini

HB legði seg framum longu í 5. minutti við máli frá landsliðsmiðvallaranum, René Shaki Joensen. 

Løtu seinni fór glóðheiti Adrian Justinussen út við skaða í fótinum. Óvist er, hvussu langur steðgurin verður og sostatt er eisini ivasamt, um frísparksserfrøðingurin verður við móti B36.

Víkingur royndi at javna, men tá tað ikki eydnaðist, revsaði HB. Mathias Nygaard skoraði eitt mál seint í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki økti danin til endaliga úrslitið, 3-0.

KÍ fylgir við - javnleikur í botninum

Føroyameistararnir í Klaksvík vunnu ein tryggan sigur á heimavølli móti EB/Streymi. Ole Erik Midtskogen skeyt sítt fyrsta mál í føroyskum fótbólti, tá eitt gott korter var farið, og í 33. minutti økti Jóannes Bjartalíð um leiðsluna við sínum triðja brotssparki í ár. 

KÍ hevði tamarhald á tað, ið eftir var av dystinum, og móti endanum økti innskifti Jonn Johannesen. 

Á Skála endaði botndysturin millum Skála og AB við 1-1 javnleiki. Gestirnir vóru omaná í fyrra hálvleiki, og tað gav úrslit, tá Bjarki Nielsen skeyt teir á odda við beinleiðis frísparki.

Í seinna hálvleiki var Skála betur við, og tá AB ikki økti við tveimum risakjansum miðskeiðis í hálvleikinum, javnaði Skála við sjálvmáli.

4. umfar: Úrslit

Hósdagin:

HB - Víkingur 3-0

1-0 René Shaki Joensen, 5 min.
2-0 Mathias Nygaard, 37 min.
3-0 Mathias Nygaard, 61 min.

KÍ - EB/Streymur, 3-0
1-0 Ole Erik Midtskogen, 17 min. 
2-0 Jóannes Bjartalíð, 33 min. (br.)
3-0 Jonn Johannensen, 84 min.

AB - Skála, 1-1
1-0 Bjarki Nielsen, 33 min. 
1-1 Sjálvmál, 80 min. 

Mikudagin:

TB-B36, 1-3

0-1 Michal Przybylski, 7 min.
1-1 Poul Ingason, 29 min. 
1-2 Sonni Ragnar Nattestad, 42 min.
1-3 Meinhard Olsen, 49 min. 

NSÍ-ÍF, 5-0
1-0 Klæmint A. Olsen, 8 min.
2-0 Klæmint A. Olsen, 50 min. 
3-0 Mórits Heini Mortense, 57 min.
4-0 Klæmint A. Olsen, 59 min.
5-0 Betuel Hansen, 76 min.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473