Vága floghavn sigur fólk úr starvi

Vága floghavn sigur fólk úr starvi
Nevndarforkvinnan váttar, at uppagnir eru. Meiri verður kunnað um málið seinnapartin
Øll starvsfólkini í Vága floghavn eru farin niður í løn og arbeiðstíð. Nú eru fólk søgd úr starvi
 
28.05.2020 - 11:57

Vága floghavn hevur sagt fólk úr starvi í dag.

Tað skrivar heimasíðan jn.fo.

Birita Sandberg Samuelsen, forkvinna í nevndini hjá partafelagnum Vága floghavn, váttar fyri Útvarpinum, at uppsagnir eru.

Men meira vil hon ikki siga fyrr enn seinnapartin, tá eitt tíðindaskriv eisini kemur.

Fóru niður í løn

23.mars segði Vága floghavn í tíðindaskrivi, at "seinastu dagarnar hava vit viðgjørt viðurskiftini, og tað er púra greitt, at fyri at tryggja fíggjarliga grundarlagið hjá Vága floghavn er neyðugt at laga virksemið til støðuna," segði Regin Hammer, sum tá var nevndarformaður í Vága floghavn. 

Øll starvsfólkini fóru niður í tíð og eisini niður í løn.Tey fóru í lønarískoytisskipanini hjá Als.

Kreppuátøkini tá fevndu eisini um leiðslu felagsins, sum fór niður í løn, uttan tó at fara niður í arbeiðstíð. 

Nevnd felagsins segði frá sær samsýningina fyri mars og apríl.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751