Finna pengar til standmynd av Andreu Árting

Finna pengar til standmynd av Andreu Árting
Higartil hevur Tórshavnar býráð latið 550.000 kr. til endamálið. Uppskot er um, at standmyndin skal vera í Steinatúni
Andrea Árting var forkvinna í Havnar arbeiðskvinnufelag í 40 ár
Mynd: Privatmynd  
 
02.06.2020 - 09:04

Arbeitt verður framvegis við at finna pengar til eina standmynd av Andreu Árting í Havn.

Gunvør Balle, forkvinna í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráði, kom við uppskotinum síðst í november í 2018.

Higartil hevur býráðið latið 650.000 kr, til endamálið.

Onnur hava eisini játtað at stuðla verkætlanini, - higartil tilsamans 110.000 krónur.

Tilmæli um Steinatún

Tórshavnar listaráð mælir til, at standmyndin verður í Steintúni.

Ráðið mælir til at byggja á nøkur fá krøv, millum annað boðskapin um Andreu Árting, sum eru kvinnujavnrættindi, sosialt rættvísi, áræði, áhaldni og sterk kvinnufyrimynd. Verkið skal kennast fólksligt, ikki elitert, forvitnisligt og sjónligt í býarmyndini. 

Andrea Árting var forkvinna í Havnar arbeiðskvinnufelag í 40 ár.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375