Eingin Sjómannadagur í ár

Eingin Sjómannadagur í ár
Orsøkin er støðan við korona
 
08.06.2020 - 17:48

Eingin Sjómannadagur verður orsaka av støðuni við korona.  

Tað boða fyrireikararnir frá í tíðindaskrivi. 

Tað er nevndin, sum í samráði við fleiri stuðlar, sum hevur gjørt av, at Sjómannadagurin ikki verður aftur fyrr enn 21. august 2021.

- Hetta hevur verið ein torfør avgerð hjá okkum øllum, men vit halda, tað er rættast at fylgja almennu tilmælunum, skriva fyrireikararnir. 

Sjómannadagurin er síðsta tiltakið í eini langari røð av tiltøkum og festivalum, ið ikki verða í summar. Frammanundan hava millum annað Country- og Bluesfestivalurin, Dansibandsfestivalurin og G! Festivalurin boða frá, at tey avlýsa í summar, meðan stevnurnar eru munandi skerdar av korona.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659