Einki ólavsøkukór í ár

bannari
Einki ólavsøkukór í ár
Kórsambandið heldur ikki, at tað er ráðiligt at skipa kórsangin ólavsøkudag sum vanligt
Koronutilmælini hava við sær, at tað ber ikki til at hava eitt stórt ólavsøkukór í ár
 
15.06.2020 - 14:02

Kórsangurin ólavsøkumorgun verður munandi øðrvísi í ár enn undanfarin ár.

Tað verður Havnarkórið, sum fer at taka sær av framførsluni á Tinghúsvøllinum í ár.

Luttøkan í ólavsøkukórinum er tískil ikki almenn í ár, sum hon annars plagar at vera.

Ikki ráðiligt

Nevndin í Kórsambandi Føroya heldur tað ikki vera ráðiligt at skipa kórsangin ólavsøkudag sum vanligt.

Seinastu árini hava fleiri enn 200 sangarar úr øllum landinum mannað kórið, men um almennu koronutilmælini skulu haldast, ber hvørki til at hava venjingar ella at framføra á Tinghúsvøllinum.

Guðstænastan og skrúðgongan verða skipað eftir galdandi tilmælum.

- Vit vóna, at øll skilja støðuna, og at vit kunnu syngja og framføra sum vanligt næsta ár, skrivar Kórsambandið í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723