Tíggju menn hava søkt starvið

Tíggju menn hava søkt starvið
Ætlanin er at seta nýggja stjóran á Vinnuháskúlanum í hesum mánaðinum
45 starvsfólk eru í Vinnuháskúlanum, og har eru millum 250 til 270 næmingar
 
16.06.2020 - 11:19

Tíggju umsóknir eru til stjórastarvið í Vinnuháskúlunum.

Allir umsøkjararnir eru menn.

Starvið bleiv leyst, tá Mentamálaráðið fyri einum mánaði síðani gjørdi avtalu við stjóran í Vinnuháskúlanum, Wilhelm Petersen, um, at hann fór frá sum stjóri alt fyri eitt, og heldur fram sum lærari á Vinnuháskúlanum frá næsta skúlaári. 

Miðað verður eftir at seta nýggja stjóran í hesum mánaðinum, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum.

Stjóri síðani 2013

Wilhelm Petersen var stjóri í Vinnuháskúlanum síðani í desember 2013.

Símun Poulsen er virkandi stjóri á Vinnuháskúlanum.

45 starvsfólk eru í Vinnuháskúlanum, og har eru millum 250 til 270 næmingar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203