COVID-19: Metnógvir tilburðir í Svøríki

bannari
COVID-19: Metnógvir tilburðir í Svøríki
Meira enn 9.000 nýggir koronutilburðir vórðu skrásettir í landinum í seinastu viku; tað størsta talið síðani smittan tók seg upp
Nú eru tilsamans 65.137 koronutilburðir skrásettir í Svøríki, bara í síðstu viku vóru 9.000 nýggir tilburðir
 
29.06.2020 - 11:15

Svøríki setti met í farnu viku, tá 9.094 nýggir koronutilburðir vórðu skrásettir. So nógvir tilburðir eru ikki skrásett áður í eina viku.

Undanfarnu tríggjar vikurnar eru millum 6.300 og 6.700 nýggir tilburðir skrásettir hvørja viku. Tað vísa tøl frá eitt nú heimsheilsustovninum, WHO.

Tilsamans 65.137 tilburðir við koronu er skrásettir í Svøríki. Fyri hvørjar 100.000 íbúgvar eru 636,71 tilburðir. Samanborið við Danmark er hetta talið 218,31 tilburðir. 

 >> SÍ EISINI Meira enn 10 milliónir fólk smittað

Meiri enn 5.000 fólk eru deyð av koronu í Svøríki, 604 fólk í Danmark eru deyð og eingin í Føroyum er enn deyður av smittuni

Almenni svenski smittufrøðingurin, Anders Tegnell, sigur við svenska kringvarpið, at tey kanna munandi fleiri fólk nú enn áður. Tí verða eisini fleiri smittutilburðir skrásettir.

Sambært WHO eru 10 milliónir fólk í øllum heiminum smittað við COVID-19, og meiri enn 500.000 deyð. Støðan er serliga ring í USA, Brasil og India. Har verða helvtin av øllum nýggju tilburðunum av korona staðfestir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652