Norðmenn taka ikki ávaringar í álvara

bannari
Norðmenn taka ikki ávaringar í álvara
Norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, ávarar nú fólk um, at átøkini ímóti koronu kunnu verða herd aftur, halda fólk seg ikki til almennu tilmælini
 
29.06.2020 - 16:48

Hetta vikuskiftið var tað fyrsta síðani 12. mars, at fólk aftur í Noregi kundu liva sum vanligt. Og tað gjørdu norðmenn, og serliga í Oslo vóru nógv tiltøk.

Løgreglan upplýsir, at á leiðini við Oslo vóru boð eftir løgregluni 170 ferðir leygarnáttina. Sunnunáttina var heldur friðarligari.

– Koronavirusið gevst ikki at smitta, um tiltøkini verða linkað, og fólk eru ikki betur vard nú, enn tey vóru undan vikuskiftinum. Tí mugu fólk taka ávaringarnar í álvara, sigur Erna Solberg við Dagbladet.

Norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, leggur dent á, at um títtleikin av koronu fer at økjast, so verður neyðugt at herða tiltøkini aftur, sigur hon við blaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342