Kina videoeftirlit í Føroyum

bannari
Kina videoeftirlit í Føroyum
Kinesikir matvørumyndugleikar hava videoeftirlit á virkjum, sum útflyta matvørur til landið, eftir at COVID-19 varð staðfest á skeribretti við laksi
Eftirlitsfólk hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni vitja føroysk virki, og greiða frá umvegis videoleinki til Kina
 
30.06.2020 - 07:09

Kina hevur nú videoeftirlit í Føroyum. Síðani COVID-19 varð staðfest á einum skeribreitti við laksi í Beijing, vilja kinesiskir matvørumyndugleikar hava videoeftirlit á virkjum, sum útflyta matvørur til Kina.

Í dag er slíkt eftirlit á tveimum føroyskum virkjum. Fyrst verður videofundur millum Heilsufrøðiligu starvsstovuna og GACC, kinesiska matvørumyndugleikan, um matvøruvirkini og støðan viðvíkjandi COVID-19 verður viðgjørd og umrødd. 

Landslæknin er eisini við á fundinum. Síðani verður farið á videoeftirlit á virkjunum, har eftirlitsfólk hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni og fólk frá virkjunum fara at greiða frá umvegis videoleinki til GACC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444