- Tíðindi, mentan og ítróttur
Blóðreyð tøl hjá Posta
Posta hevði 6,9 milliónir krónur í halli í fjør. Í 2022 hevði Posta góða hálva millión í yvirskoti. Tað boðar felagið frá, nú ársroknskapurin er kunngjørdur.
Í fjør minkaði sølan 10 milliónir krónur, úr 134 milliónum niður í 124 milliónir krónur. Talið av brøvum minkaði heili 19 prosent í fjør.
Sum nota til ársfrágreiðingina verður staðfest, at fíggjarliga gongdin í 2023 var ikki nøktandi. Og av tí at framskrivingar fyri 2024 eisini vísa eitt rakstrarligt hall, arbeiðir leiðslan við sparingum og øðrum tiltøkum, sum væntast at betra um raksturin.
Gjaldførið undir trýsti
Harumframt verður staðfest, at gjaldførislutfallið við árslok í 2023 er tepurt, men við støði í framskrivingunum av gongdini í gjaldførinum í 2024, væntar leiðslan, at felagið megnar at halda sínar skyldur í roknskaparárinum 2024.
Um felagið ikki megnar at venda gongdini, kann tað tó ikki útihýsast, at felagið fær tørv á nýggjum kapitali í framtíðini, stendur í roknskapinum fyri 2023.
Hoyr samrøðu við Hans Jákup Langgaard, stjóra í Posta: