Fleiri lond hava latið aftur fyri ættleiðing

Fleiri lond hava latið aftur fyri ættleiðing
Koronufarsóttin hevur við sær at fleiri lond hava latið aftur fyri fremmandaættleiðing
 
04.07.2020 - 10:22

Fleiri lond hava latið aftur fyri fremmandaættleiðing. Í summum londum avgera dómstólarnir einans átrokandi ættleiðingarmál. Tí kunnu summi mál ikki avgreiðast, sum er fortreytin fyri, at eitt barn kann verða ættleitt til Føroya. Tað skrivar Almannamálaráðið í einum skrivi til Kringvarpið. 

Í løtuni eru trý føroysk pør á bíðilista til fremmandaættleiðing. Sambært Familjufyrisitingini eru tvey teirra ávirkað av støðuni við koronufarsóttini.

Avleiðingar eru ymiskar frá einum landi til annað. Í summum londum hevur koronufarsóttin meira praktiskar avleiðingar, so sum flutning, manning á barnaheimum og á skrivstovum .

Foreldur, sum ikki sleppa av landinum eftir sínum børnum, eru ikki einans rakt av forðingum í ymsu londunum. Málsviðgerðin er eisini munandi longd eftir at londini lótu aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213