Kanning: Føroyingar tryggir við kanningar

bannari
Kanning: Føroyingar tryggir við kanningar
Tað er ein trygd, at myndugleikarnir kanna øll, ið koma til landið, fyri koronu, halda fólk, ið eru spurd
Føroyingar kenna seg tryggar, tí myndugleikarnir nú kanna øll, ið koma til Føroya, vísir nýggj spurnarkanning
 
06.07.2020 - 17:40

Føroyingar kenna seg rættiliga tryggar við skipanina við koronukanningum av ferðafólkum, sum koma til landið. Tað vísir ein spurnarkanning, ið spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið.

Fólk vórðu spurd "Hvussu tryggan kennir tú teg, nú øll ferðandi verða kannað fyri COVID-19, tá tey koma til landið?" Fólk kundu svara við tølum frá 1-5, har 1 merkti "sera ótryggur" og 5 "sera tryggur".

Triði hvør "miðal tryggur"

14 prosent av teimum spurdu siga seg vera sera trygg við skipanina, sum er sett í verk  fyri at kanna ferðafólk fyri koronu, meðan sjey prosent siga seg var sera ótryggan við skipanina.

Tey allarflestu, ið hava svarað, kenna seg "miðal trygg" ella "yvir miðal trygg" við, at øll ferðandi, sum koma til Føroya, verða kannað fyri COVID-19, sambært spurnarkanningini.

33 prosent hava svarað 3 á einari skipan frá 1 til 5, sum merkir, at tey eru "miðal trygg". 31 prosent hava svarað 4, sum merkir, at tey kenna seg yvir "miðal trygg".

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890