USA tekur seg úr WHO

USA tekur seg úr WHO
Amerikanska stjórnin hevur formliga boðað Sameindum Tjóðum frá, at landið fer úr Heimsheilsustovninum í juli 2021
USA steðgar øllum inngjøldum til WHO í apríl. Forsetin, Donald Trump, hevur í dag kunnað kongresslimirnar
Mynd: Savnsmynd (AP)  
 
08.07.2020 - 15:03

Forsetavalevnið hjá Demokratunum, Joe Biden, sigur, at eitt tað fyrsta, hann fer at gera sum forseti, er, at broyta avgerðingar hjá Donald Trump, forseta, um at fara úr heimsheilsustovninum, WHO.

– Amerikanarar eru tryggari, tá USA er við til at styrkja alheims heilsustøðuna. Fyrsta dagin, sum forseti, fara eg í WHO aftur og endurreisi leiðsluna hjá okkum í heiminum, sigur Biden á Twitter.

Amerikanska stjórnin boðaði í gjár ST formliga frá, at landið fer úr WHO í juli næsta ár. Uppsagnartíðin er eitt ár, og tað merkir, at WHO missir størstu stuðulsveitandi tjóðina.

Til 1. juli 2021 skal USA tó halda sínar fíggjarligu skyldur, skrivar ST. Trump boðaði í mai frá, at hann fór at taka USA úr Heimsheilsustovninum, og legði samstundis WHO undir ikki at hava hildið sínar skyldur undir koronufarsóttini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andaktin
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666