- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkatalið í heiminum minkar

Tað er niðurstøðan í nýggjari ritgerð, sum er almannakunngjørd í dag. Stórar broytingar fara at verða í valdsbýtinum millum londini tí føðitalið, sum talið av børnum fyri hvørja kvinnu, minkar og fólk gerast eldri.
Móti næsta aldarskifti fara 183 av 195 londum, um ikki talið av tilflytarum veksur, at vera niðanfyri stigið, har til ber at varðveita verðandi stødd. Tað sigur ein bólkur av altjóða granskarum í ritgerðini, sum er almannakunngjørd í The Lancet.
Fólkatalið sunnan fyri Sahara trífaldast
Í meira enn 20 londum, millum annað Japan, Spania, Italia, Teilandi, Portugal, Suðurkorea og Póllandi, fer fólkatalið at minka niður í helvt, og fólkatalið í Kina minkar úr 1,4 milliardum niður í umleið 730 milliónir næstu 80 árini.
Hinvegin kann fólkatalið í londunum sunnan fyri Sahara í Afrika trífaldast til umleið tríggjar milliardir fólk. Eitt nú veksur fólkatalið í Nigeria úr 200 milliónum upp í 800 milliónir fólk, vísir ritgerðin.
Orsøkin til munin á framrokningum hjá ST og hesum granskingarbólkinum er, at føðitalið verður mett ymiskt. ST metur, at lágu føðitølini í nógvum londum fara, sum tíðin líður, at vaksa upp í 1,8 barn fyri hvørja kvinnu.
Meðan greiningin hjá granskingarbólkinum vísir á, at tá kvinnur fáa hægri útbúgving og hava betri atgongd til fyribyrgingarevni, fara tær at fáa minni enn 1,5 barn í miðal, skrivar Ritzau.

























