Landið rindar fyri kanningar 14 dagar aftrat

bannari
31.07.2020 - 08:40
AktueltHeilsa
Landið rindar fyri kanningar 14 dagar aftrat
Heilsumálaráðið hevur longt sáttmálarnar við Thetis og Smyril Line um koronukanningarnar til 14. august
Fyritøkan Thetis potar fyri koronu á flogvøllinum
 

1.august er í morgin, og tá var ætlanin, at tey, sum koma til Føroya, sjálvi skuldu gjalda fyri at verða kannað fyri koronu.

Verandi skipan, har landið rindar, skuldi halda uppat nú um mánaðarskiftið. Men hon heldur fram til 14.august, hevur Heilsumálaráðið boðað frá.

Gjaldið fyri hvørja kanning er 390 kr. á flogvøllinum og 500 kr. fyri tey, sum koma við Norrønu.

Sáttmálarnir longdir

Heilsumálaráðið hevur longt sáttmálarnar við Thetis og Smyril Line um koronukanningarnar til og við 14.august.

Heilsumálaráðið sigur, at tey, sum koma til Føroya, eiga at fara beint í heimauppihald, til tey hava fingið svar upp á kanningina. 

Vanliga kemur svarið sama kvøldið og í seinasta lagi á middegi dagin eftir. 

Seks milliónir aftrat

Fíggjarnevndin játtaði tann 9.juli seks milliónir krónur til koronukanningarnar eftir 10.juli. Sagt varð, at tær seks milliónirnar vóru til kanningar í tríggjar vikur.

Men Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, segði tá, at pengarnir helst fóru at røkka nakrar dagar inn í august. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. juli
Morgunlestur leygardagur 24. juli 2021
126391
Fríggjadag 23. juli
Morgunlestur fríggjadagur 23. juli 2021
126390
Hósdag 22. juli
UFO Kjallarin og Rapportin 16
126810
Hósdag 22. juli
Morgunlestur hósdagur 22. juli 2021
126389
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. juli
5mf gentur, norðoyastevna 2021
126880
Leygardag 24. juli
Video: 10mf, norðoyastevna 2021
126879
Leygardag 24. juli
Video: 8mf menn, norðoyastevna 2021
126878
Leygardag 24. juli
Video: 5mf dreingir, norðoyastevna 2021
126876
Leygardag 24. juli
5mf kvinnur, norðoyastevna 2021
126875