16 tilburðir fyrradagin

bannari
16 tilburðir fyrradagin
Úrslitini frá í gjár eru ikki tøk enn
Sjúkrarøktarfrøðingar kanna í Landssjúkrahúsinum
 
08.08.2020 - 11:41

Endaligu tølini frá kanningunum fyrradagin 6. august vóru liðug í nátt.

Sambært heimasíðuni corona.fo vóru í alt 3290 kanningar gjørdar tann 6. august. 

Av hesum hesum vóru í alt 16 nýggir tilburðir staðfestir.

Í alt eru sostatt 70 nýggir tilburðir staðfestir seinastu fýra dagarnar.  

Tann 5. august vórðu 1.863 kanningar framdar og smitta varð staðfest í 38 av hesum kanningum.

Tann 6. august vórðu 3.290 kanningar framdar og av teimum vóru 16 positivar kanningar

Í alt 291 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. Úrslitið byggir á í alt 45.849 kanningar.

Harumframt eru fleiri farin av landinum aftur síðstu dagarnar, sum eru kannaði tá tey komu til Danmarkar. Av teimum eru fýra ella fimm persónar, ið hava fingið staðfest korona aftaná at hava verið í Føroyum. Tey telja ikki við í føroysku hagtølunum.

Í løtuni er eingin innlagdur við korona og eingin er deyður.

Enn er ikki greitt, hvussu nógvar kanningar vóru gjørdar í gjár 7. august, men privata fyritøkan Thetis boðar í dag frá, at 1.900 fólk eru kannaði hjá teimum í gjár.

Landslæknin er í løtuni í holt við at greina tølini frá kanningunum sum vóru gjørdar 7. august, og kann ikki siga nakað enn um, hvussu nógvir tilburðir eru millum tey, ið lótu seg kanna í gjár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210