Landsrætturin viðger mál um Red Bull

Landsrætturin viðger mál um Red Bull
Orkudrykkurin varð stoyttur á ein politist, men revsiheimildin hvarv, tá revsilógin varð umsett til føroyskt
Landsrætturin kemur til Føroya mánadagin
 
12.08.2020 - 10:59

Eystari landsrættur fer í næstu viku at viðgera eitt løgið mál, sum varð avgjørt í Føroya rætti í februar.

Tá varð ein maður frídømdur fyri at stoyta Red Bull orkudrykk á ein politist.

Hann kundi ikki dømast, ti sambært Føroya rætti datt heimildin, sum var á donskum, burtur, tá revsilógin varð umsett til føroyskt.

Maðurin varð frídømdur fyri at hava framt harðskap móti politistinum, sum var í ferð við at handtaka hann.

Eystari landsrættur kemur til Føroya mánadagin, og málið um umsetingina í revsilógini er fyrsta málið á skránni hjá Landsrættinum hesaferð.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190