Tvær ferðir fleiri menn enn kvinnur eru smittaðir

bannari
Tvær ferðir fleiri menn enn kvinnur eru smittaðir
Hagtølini vísa, at 62 prosent av teimum smittaðu eru menn, og 31 prosent eru kvinnur
Tey flestu smittaðu eru í aldursbólkinum 20-29 ár
 
13.08.2020 - 16:08

Tvær ferðir so nógvir menn sum kvinnur eru smittaðir av koronu í Føroyum. 

Hagtølini á corona.fo vísa, at 62 prosent av teimum smittaðu eru menn, og 31 prosent eru kvinnur. Sjey prosent eru ikki skrásett í skipanini enn.

Hagtølini vísa eisini, at eitt barn undir 10 ár er smittað. Eitt fólk, sum er eldri enn 80 ár, hevur somuleiðis fingið staðfest smittuna.

Tey flestu smittaðu eru í aldursbólkinum 20-29 ár. Í tí aldursbólkinum eru 46 smittað, og tað er meira enn tvær ferðir so nógv samanborið við aðrar aldursbólkar.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774