Upprunin hjá Straight Ahead er ein samanrunnur

Upprunin hjá Straight Ahead er ein samanrunnur
Legendariski føroyski rokkbólkurin Straight Ahead úr Klaksvík spríkti í 1972 burtur úr einum samarunni millum tveir aðrar klaksvíksbólkar, Cold Turkey og Homo Sapiens
Straight Ahead sum nógv kenna bólkin frá tíðini kring Veðraplátuna: (f.v.) Jørgin Dahl, Edward Ziska, Archie Black og Hans Carl Hansen
Mynd: Hans Black (Privat)  
 
09.05.2024 - 11:00

Aldurnar av beatmusikkinum í 60-unum rukku eisini heilt norður til Klaksvíkar. Har sum aðrastaðni í Føroyum mannaðu unglingar orkestur. Summir byrjaðu blaðungir. Ljóðføri vóru tá ikki hvørsmansføri, so dreingirnir hjálptust við tað, sum var fyri hond. Nøkur ár gingu til ráðini vóru at útvega sær verulig instrument.

 

Seinast í 60-unum eru longu fleiri sonevndir kjallarabólkar í Klaksvík. Swallows er einasta veruliga orkestur tá. Teir spæla fast í Atlantis, sum var dansistovan í Klaksvík. Kjallarabólkarnir droymdu um at sleppa at loysa av í steðginum hjá fasta húsaorkestrinum.

 

Ein samanrunnur

Straight Ahead er ikki til sum orkestur fyrr enn í 1972, men limirnir í bólkinum spæla í ymsum kjallarabólkum. Straight Ahead er ein samrunnur av tveimum øðrum bólkum. Annar nevndist Cold Turkey og hin Homo Sapiens.

Cold Turkey er í juni 1970 við í óalmennu FM-poppkonsertini í Klubbanum í Havn, sum fuglafjarðarorkestrið Silly Boys vinnur. Tríggir manna tá Cold Turkey. Sigmund Poulsen spælir gittar, Jákup Olsen bass og Edward Ziska trummur. Stutt eftir fer Jákup Olsen burturúr. Fyri hann kemur Heri Ellingsgaard upp í sum nýggjur basspælari. Hann hevði frammanundan saman við Edwardi Ziska spælt í øðrum bólki, ið nevndist Sunset.

Seinni fáa teir ein fjórða mann upp í bólkin. Jørgin Dahl hevði saman við eitt nú Rudolf Joensen spælt í øðrum klaksvíksbólki, ið nevndist Artic Fox. Teir vóru givnir, og Jørgin, sum var sangari og ljómborðsspælari, var tí funnin frensur hjá Cold Turkey.

 

Fræið verður sátt

Annar klaksvíksbólkur um somu tíð kallaðist Homo Sapiens. Manningin var Agnar Joensen, sang og tvørfloyta, Mads Lützen, gittar, Archie Black, bass og Jógvan Brim, trummur.

Á heysti 1972 var skipað fyri rokkonsert í Atlantis Bio. Jørgin Dahl var hugtikin av Homo Sapiens. Teir spældu progressivan rokk, og sangarin Agnar Joensen tók javnan tvørfloytuna fram, tá Jethro Tull skuldi tulkast.

Limirnir í báðum bólkunum komu í prát eftir konsertina. Fræið til Straight Ahead var nú sátt. Jørgin, sum longu var vorðin oddamaður í Cold Turkey, sá straks fyri sær eina spennandi verkætlan við einari sameining av hesum báðum bólkunum.

 

Fá munnu vita, at Sigmund Poulsen, sakførari, einaferð var gittarleikari í klaksvíksbólkum og stóð á gáttini til at blíva limur í Straigt Ahead (Mynd: Sigmund Poulsen, privat)

 

Sakførarin slepti poppdreyminum

Cold Turkey missa um somu tíð gittaristin Sigmund Poulsen, sum er farin á studentaskúla í Havn. Tá var ikki hugsingur um at ferðast dagliga ímillum Havnina og Klaksvík.

Sigmund fór ongantíð aftur til Klaksvíkar at búgva. Eftir lokið studentsprógv fór hann at arbeiða í Havn sum blaðmaður og seinni útvarpsmaður. Upp aftur seinni fór hann at lesa løgfrøði. Poppdreymurin mátti víkja fyri skúla og fjølmiðlaarbeiði. Og tó.

Nøkur ár seinni mannaði hann bólkin Opus saman við klaksvíkingunum Petur Hans Poulsen og Sonhard Johannesen, nú sum bassistur. Teir góvu í 1981 út plátu við tveimum sangum.


Upprunamanningin í Straight Ahead: (f.v.) Agnar Joensen, Heri Ellingsgaard (frammanfyri), Jørgin Dahl, Archie Black og Edward Ziska

 

Tveir bólkar verða til ein

Á heysti 1972 upploysast bólkarnir Cold Turkey og Homo Sapiens og verða til ein nýggjan bólk. Agnar Joensen og Archie Black kasta nú saman við hinum trimum, sum eftir vóru í Cold Turkey.

Í nýggja orkestrinum vóru nú tveir bassistar og tveir sangarar, men eingin gittarspælari. Heri Ellingsgaard, sum hevði spælt bass, gjørdist nú nýggjur gittaristur. Archie Black heldur fram sum bassistur og Edward Ziska sum trummuspælari. Jørgin Dahl var høvuðssangari, Agnar Joensen sang eitt sindur, men spældi mest tvørfloytu.

>>Sí eisini: "Føroysk rokksøga í KVF"

Hóast talan er um nýggja manning, kennast allir kortini væl. Jørgin, Heri og Agnar eru javnaldrar og vágsheygafrensar, og høvdu gingið í flokki saman í barnaskúlanum. Edward Ziska er eitt ár eldri og úr grannabýlinginum á Hædd. Og Archie Black var eitt ár yngri og uppvaksin á Biskupsstøð, men kendi hinar úr skúlanum.


Jørgin Dahl verður fermdur, og so til ein barnaføðingar, har Heri Ellingsgaard eisini er á myndini (Myndir: Jørgin Dahl, privat)

 

Jim Hendrix veitti íblásturin

So er tað navnið. Okkurt skuldi barnið eita. At byrja við róptu teir seg Gastro, men innast inni hildu teir, at annað ramligari heiti mátti uppfinnast, ið samsvaraði betur við stóru ætlaninar, ið teir nú løgdu.

Íblásturin kom frá Jimi Hendrix. Heri Ellingsgaard átti LP-plátuna "The Cry of Love", sum kom í 1971, árið eftir at Jimi Hendrix doyði, bara 27 ár. Sitandi við plátuni nærlesir hann sangirnar. Ein - fyrsti sangur á B-síðuni - eitur einki minni enn "Straight Ahead". Pling!

 

Tað ljóðaði rætt beinanvegin. Beint fram. Mestur sótu teir saman og lurtaðu eftir plátuni, tí Jørgin heldur seg minnast, at tað var hann, sum fekk hugskotið, men Heri tvíheldur um, at tað var hann, sum kom við navninum.

Bólkurin var nú mannaður og hevði fingið veruligt navn - árið er helst 1973.

Restin er søga.

20240506_REYP_KOMID_OLL_VID_01

 

Hvat: "Komið øll við" (1:2)
Hvar: Í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Kristi himmalsferðardag, í kvøld, kl. 20

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. desember
Breddin - Fátakaváði
184576
Týsdag 3. desember
Morgunlestur týsdagur 3. desember 2024
183614
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480