Kann enda við borgarakríggi í Hvítarusslandi

Kann enda við borgarakríggi í Hvítarusslandi
Lukasjenko vil bara hava vald, og endin verður blóðigur, sigur Svetlana Aleksijevitj, sum fekk friðarheiðursløn Nobels í 2015
Aleksandr Lukasjenko hevur stýrt Hvítarusslandi við harðari hond, síðani hann kom til valdið í 1994
 
14.08.2020 - 09:30

Fer forsetin í Hvítarusslandi, Aleksandr Lukasjenko, ikki frá, so verður borgarakríggj í landinum.

Tað sigur rithøvundurin, Svetlana Aleksijevitj, í samrøðu við Radio Free Europe.

Hon vísir á, at Lukasjenko vil bara hava vald, og endin verður blóðigur, sigur hon. Hon fekk virðisløn Nobels í bókmentum í 2015.

Síðani valið sunnudagin hava ógvislig mótmæli verið í Hvítarusslandi, og fleiri túsund fólk eru sett føst.

Og tí heitir Svetlana Aleksijevitj á Lukasjenko um at leggja frá sær, áðrenn borgarakríggj brestur á.

Stýrir við harðari hond

Lukasjenko hevur stýrt Hvítaruslandi, sum er eitt av fátækastu londunum í Evropa, við harðari hond síðani í 1994. Tey sum hava roynt at bjóða honum av, eru fongslað, meðan onnur hava valt at stinga í sekkin og flyta av landinum.

Svetlana Tikhanovskaja, sum stillaði upp ímóti Lukasjenko, avgjørdi týsdagin at rýma úr Hvítarusslandi og at leita sær friðskjól í Litava, skrivar Ritzau.

Í morgun frættist, at minst 6.000 fólk eru tikin í mótmælunum í Hvítarusslandi í vikuni, men nú eru 100 av teimum latin leys, skriva tíðindastovurnar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Roland Grapow um Metalmorphosis
212880
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232