Barsilsskipanin 11 milliónir dýrari enn mett

Barsilsskipanin 11 milliónir dýrari enn mett
Í fjør kostaði barsilsskipanin 146 milliónir krónur, og inntøkurnar hjá Barsilsgrunninum vóru 146 milliónir krónur
 
17.08.2020 - 07:11

Skipanin var dýrari enn mett, tí í fíggjarlógini fyri 2019 eru játtaðar 135 milliónir krónur til inntøkur og 135 milliónir krónur til útreiðslur.

Landsgrannskoðanin hevur gjørt eina frágreiðing um frávik millum játtan og nýtslu í fíggjarlógini 2019. Frágreiðingin er send løgtingsgrannskoðarunum, sum viðgera hana um eina viku.  

Orsøkin til tær 11 milliónirnar á muni er, at tvær vikur vórðu lagdar afturat barsilstíðini í fjør. Og bundin eftirløn er eisini komin afturat barsilssgjaldinum. Skipanin kostaði 2,1 millión at reka í fjør. Játtaðar vóru 2,4 milliónir krónur.

Neyðugt at hækka inngjaldið

Í mai í ár segði Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, at neyðugt er at hækka inngjaldið 0,17 prosentstig, ella 24 prosent, skal Barsilsskipanin koma uppundan aftur.

Við verandi inngjaldi, sum er 0,71 prosent, verður Barsilsgrunnurin tómur, tá hetta árið er farið.

Tá Barsilsskipanin kom fyri 20 árum síðani, var inngjaldið 0,25 prosent av A-inntøkum. Tað hækkaði upp í 0,62 prosent í 2006. Og siðani 2015 hevur tað verið 0,71 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576