Munurin millum Biden og Trump minkar

Munurin millum Biden og Trump minkar
Demokratarnir hava landsfund hesa vikuna, og landsfundurin hjá republikanarunum byrjar í næstu viku
Nú er at kalla eingin munur millum Biden og Trump, vísa nýggjast meiningakanningarnar
 
17.08.2020 - 15:35

Joe Biden hevur nú mist meginpartin av tí, sum hann var framman fyri Donald Trump í meiningakanningunum fyrr í summar.

Tað vísir ein kanning, sum sjónvarpsstøðin, CNN, hevur gjørt.

Landsfundurin hjá demokratunum byrjaði í dag, og er alla vikuna. Koronakreppan ger, at fundurin verður á netinum. Á fundinum fer Joe Biden, fyrrverandi varaforseti, at takka fyri, at hann verður forsetavalevni hjá demokratiska flokkinum.

Landsfundurin hjá republikanska flokkinum byrjar um eina viku.

Munurin minkar

Fyrr í summar lá Joe Biden væl frammanfyri Donald Trump í meiningakanningum, men munurin er nú tódnaður niður í næstan einki, vísir ein meiningakanning, sum CNN hevur gjørt upp undir landsfundirnar.

Nú siga 50 prosent av skrásettum veljarum, at tey vilja hava Joe Biden og Kamalu Harris sum ávikavist forseta og varaforseta í USA. 46 prosent siga seg vilja hava Donald Trump at halda fram sum forseta og Mike Pence sum varaforseta.

Í 15 av týdningarmestu statunum fær Biden stuðul frá 49 prosentum og Trump frá 48 prosentum, so munurin er mestsum burtur, skrivar CNN.

Víst verður á, at Joe Biden hevur mist undirtøkuna frá monnum, sum eru millum 35 og 64 ár. Og so hava republikanskir veljarar gjørt av heldur at velja Donald Trump enn Joe Biden. Tó ivast nógv framvegis, og tað kann broyta støðuna aftur, skrivar CNN.

Kanningin byggir á samrøður við 1108 fólk. Forsetaval verður í USA 3. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325