Meiningakanning: Munurin minkaður niður í einki

Meiningakanning: Munurin minkaður niður í einki
Tað er sera tætt millum Donald Trump og Joe Biden, vísir ein meiningakanning uppundur landsfundir
3. november skulu fólk í USA á forsetaval. Sera tætt er millum forsetavalevnini, vísir ein nýggj kanning
 
18.08.2020 - 05:54

Joe Biden hevur nú mist meginpartin av tí, sum hann var frammanfyri Donald Trump í meiningakanningunum fyrr í summar. Tað vísir ein kanning, sum sjónvarpsstøðin, CNN, hevur gjørt.

Landsfundurin hjá demokratunum byrjaði í dag, og er alla vikuna. Koronakreppan ger, at fundurin verður á netinum. Á fundinum fer Joe Biden, fyrrverandi varaforseti, at takka fyri, at hann verður forsetavalevni hjá demokratiska flokkinum.

Biden og Harris hava enn munin

Landsfundurin hjá republikanska flokkinum byrjar um eina viku. Fyrr í summar lá Joe Biden væl frammanfyri Donald Trump í meiningakanningum.

Men munurin er nú tódnaður niður í næstan einki. Tað vísir ein meiningakanning, sum sjónvarpsrásin, CNN, hevur gjørt uppundir landsfundirnar.

Nú siga 50 prosent av skrásettum veljarum, at tey vilja hava Joe Biden og Kamalu Harris, sum ávikavist forseta og varaforseta í USA. 46 prosent siga seg vilja hava Trump at halda fram sum forseta og Mike Pence sum varaforseta.

Missir atkvøður millum menn

Í 15 av týdningarmestu statunum fær Biden stuðul frá 49 prosentum og Trump frá 48 prosentum, so munurin er mestsum burtur, skrivar CNN.

Víst verður á, at Joe Biden hevur mist undirtøkuna frá monnum, sum eru millum 35 og 64 ár. Og so hava republikanskir veljarar gjørt av, heldur at velja Donald Trump, enn Joe Biden.

Tó eru nógv sum framvegis eru í iva, og tað kann broyta støðuna aftur, skrivar CNN. Kanningin byggir á samrøður við 1.108 fólk. Forsetaval verður í USA 3. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483