Byggja nú nýggjan dagstovn í Eysturkommunu

Byggja nú nýggjan dagstovn í Eysturkommunu
Borgarstjórin í kommununi loysti fyrsta flagið til nýggja dagstovnin, sum fer at eita Gjái
Jóhan Christiansen, borgarstjóri, loysti fyrsta flagið til nýggja dagstovnin í Eysturkommunu
Mynd: Eysturkommuna  
 
19.08.2020 - 13:39

Hakin er nú settur í til nýggja barnagarðin í Eysturkommunu.

Tað var borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, ið loysti fyrsta flagið.

Nýggi dagstovnurin, sum fer at eita Gjái, verður beint niðan fyri viðarlundina við Gøtugjógv.

1300 fermetrar

Gjái verður umleið 1300 fermetrar, í tveimum hæddum, og stovnurin fer at hýsa fýra barnagarðsstovum og fýra vøggustovum. Harumframt vera inngongd, vesi, garderobur, goymlsurúm og annað. Framman fyri bygningin verður spæliøki.

Pláss verður fyri 112 vøggustovu- og barnagarðsbørnum í nýggja dagstovninum.

Osbjørn Jacobsen Arkitektar hava teknað stovnin.  Øll verkætlanin kostar 54 milliónir krónur, og arbeiðið skal vera liðugt við árslok í 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558