Nýggj andlit í landsliðshópinum

Nýggj andlit í landsliðshópinum
HB-spælararnir Daniel Johansen og Dan í Soylu eru millum nýggju spælararnir á fyrsta landsliðnum hjá Håkani Ericson
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.08.2020 - 09:54

Fleiri nýggj andlit eru í fyrsta landsliðshópinum, sum Håkan Ericson kunngjørdi fyrrapartin.

HB-spælararnir, Daniel Johansen og Dan í Soylu, eru báðir við í landsliðshópinum, sum skal spæla á Tórsvølli móti Malta 3. september og á útivølli móti Andorra 6. september. Adrian Justinussen er eisini úttikin, hóast hann hevur verið leingi úti við skaða í fótinum.

Gilli Rólantsson úr Brann er ikki við hesa ferð, eftir at hann fekk staðfest koronusmittuna fyri kortum, og Jóan Símun Edmundsson hevur boðað venjaranum frá, at hann ikki er í nøktandi dystarvenjing enn.

Hópurin:

Málverjar: 
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður
Teitur M. Gestsson, HB
Tórður Thomsen, NSÍ

Verjuleikarar:
Jóannes K. Danielsen, KÍ
René Shaki Joensen, HB
Viljormur Davidsen, Vejle
Daniel Johansen, HB
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK
Heini Vatnsdal, KÍ
Heðin Hansen, HB
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Odmar Færø, KÍ

Miðvallarar/framherjar
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Meinhard Olsen, GAIS
Adrian Justinussen, HB
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Brandur H. Olsen, Helsingborgs
Hallur Hansson, AC Horsens
Dan í Soylu, HB
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Andreas Lava Olsen, Víkingur
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221