Nøgdin av makreli er ikki minkað

Nøgdin av makreli er ikki minkað
Makrelurin heldur fram at flyta seg eystureftir
Nakað meira var at síggja av makreli, men munandi meira av sild
 
27.08.2020 - 14:46

Makrelkanningarnar fyri í ár eru av, og tær vísa, at nakað meir av makreli var at síggja, og munandi meira av sild. Men minni var av svartkjafti, skrivar Havstovan á heimasíðuni.

Tað serliga í ár var, at ongin makrelur var í grønlendskum øki og sera lítið við Ísland.

Gongdin, at makrelurin flytur seg eystureftir, byrjaði longu í 2018.

Harafturímóti var rættiliga nógvur makrelur fingin í Norskahavinum og norðan fyri Føroyar.

Talan er sostatt um, at makrelurin flytur seg eystureftir, heldur enn eina minking, tí samlaða nøgdin av makreli er ikki minkað seinastu árini, skrivar Havstovan.

Meir sæst um kanningarnar á hav.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392