Politistøðin verður ikki liðug fyrr enn í mars

Politistøðin verður ikki liðug fyrr enn í mars
Nú er greitt, at flutt verður í nýggja bygningin 15. mars 2021
Nýggja politistøðin í Havn er nógv seinkað, men nú er greitt, at flutt verður inn í bygningin hálvan mars næsta ár
 
27.08.2020 - 11:51

Nýggja politistøðin við Húsagøtu í Havn er nú so nógv seinkað, at politiið fær hana ikki fyrr enn hálvan mars næsta ár.

Politiið skuldi flyta inn tann 1. august í ár. Men tað bleiv av ongum, tí støðin er ikki liðug enn, verri enn so.

Ætlanin var so, at politistøðin skuldi vera klár at flyta inn í tann 1. desember. Men tað verður hon heldur ikki, sigur Michael Boolsen, fúti.

Og nú er greitt, at innflytingin verður 15. mars 2021.

Torført at fáa handverkarar

Orsøkin til seinkingina er, at torført er at fáa handverkarar í hesum koronutíðum. Ein ætlan er gjørd um arbeiðið, sum er eftir at gera. 

Hon er løgd fyri umboð fyri Bygningsstyrelsen, sum er byggiharri, ríkispolitiið og politiið í Føroyum nú í vikuni.

Og úrslitið er, at byggingin verður liðug 15. mars næsta ár.

Politiið leigar frá Bygningsstyrelsen.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890