Úrslitið hjá Betri banka verri enn væntað

Úrslitið hjá Betri banka verri enn væntað
Bankin hevur sett 30 mió. kr. av til tap, sum korona væntandi hevur við sær
Úrslitið hjá Betri banka var góðar sjey milliónir kr. fyrra hálvár
 
04.09.2020 - 14:14

Úrslitið hjá Betri banka er 7,3 mió. kr. eftir skatt fyrra hálvárið.

Hetta er ikki so gott sum upprunaliga væntað, sigur Betri banki.

Ein av orsøkunum er, sigur bankin, at hann hevur sett 30 mió. kr. av til tap, sum korona væntandi hevur við sær.

Og korona hevur ávirkað virðisbrævamarknaðin so nógv, at Betri banki fyrra hálvár hevði 15,9 mió. kr. í kurstapi.

Fyrra hálvár í fjør hevði Betri banki 57 mió. kr. í vinningi eftir skatt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531