Framvegis ógvusligir eldar í USA

Framvegis ógvusligir eldar í USA
 
13.09.2020 - 13:06

Nú eru fleiri enn 30 fólk deyð í eldunum, ið brenna á vestursíðuni í USA.

Harafturat eru tíggjutúsundtals fólk flýdd frá húsi og heimi.

Tað eru í statunum Kalifornia, Oregon og Washington, at eldarnir brenna.

Kalifornia er serliga hart rakt. 28 eldar brenna í statinum og eini 15000 sløkkiliðsfólk eru farin til arbeiðis í eini roynd at basa eldunum.

15 eldar brenna í statinum Washington og 16 í Oregon.

Tað hevur verið nógvur vindur í økinum seinastu dagarnar og tað hevur havt við sær, at eldurin hevur breitt seg skjótt. Veðurforsagnirnar sigur frá minni vindi og kaldari veðri og sløkkiliðsfólk vóna, at tað fer at hjálpa teimum í teirra roynd at sløkkja eldarnar.

Tað hevur leingi verið heitari og turrari í Kalifornia enn vanligt. Tað er ein avleiðing av veðurlagsbroytingum, siga serfrøðingar. 

Tað ger so tað, at eldurin breiðir seg somikið skjótt, at sløkkilið hava torført at fáa tamarhald á støðuni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154