Zelenskyj fer at halda røðu í fólkatinginum

Zelenskyj fer at halda røðu í fólkatinginum
Ukrainski forsetin er komin til Danmarkar, har hann m.a. fer at hitta norðurlendskar stjórnarleiðarar
Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, tók ímóti Zelenskyj, forseta.
Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix  
 
10.11.2026 - 13:34

Ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, skrivar søgu, tá hann í morgin fer at halda røðu í fólkatinginum.

Tað er fyrstu ferð, at ein útlendskur ríkisleiðari sleppur á røðarapallin, sum einans er ætlaður fólkatingslimum.

Danska kringvarpið skrivar, at bæði formansskapurin og tingskipanarnevndin hava góðkent, at Zelenskyj sleppur á røðarapallin.

 


Morten Messerschmidt.

 

Tá formansskapurin viðgjørdi spurningin, noktaði formaðurin í Danska fólkaflokkinum, Morten Messerschmidt, at lata Volodomyr Zelenskyj nýta røðarapallin.

- Eg haldi, vit áttu at nýtt landstingssalin eins og seinast, Zelenskyj var her, sigur hann sambært DR.

- Hvørki Churchill, Montgomery ella aðrir serligir einstaklingar hava fingið høvi at tala av fólkatingsins røðarapalli, og eg stúri fyri, at hetta kann skapa fordømi, soleiðis at Trump ella kinesiski forsetin seinni kunnu siga, at teir vilja eisini sleppa á røðarapallin, sigur Morten Messerschmidt við DR.

Meirilutin í formansskapinum var tó sinnaður at lata Zelenskyj tala av røðarapallinum, og tað fer hann at gera í morgin, beint eftir klokkan
10 okkara tíð.

Í 2023 helt Volodomyr Zelenskyj røðu í landstingssalinum.

Formaðurin í fólkatinginum, Henrik Frandsen, ásannar, sambært DR, at hetta er fyrstu ferð, ein útlendskur stjórnarleiðari sleppur á røðarapalliní fólkatinginum.

- Eg vil eisini fegin leggja dent á, at talan er ikki um ein tingfund. Talan er um fólkatingið sum høli. Tað er nógvur súmbolikkur í avgerðini, sigur hann. Hetta er fyri at undirstrika ta sera stóru virðing, vit hava fyri tí, ukrainska fólkið og Zelenskyj, forseti, gera fyri okkara allra frælsi, sigur fólkatingsformaðurin við danska kringvarpið.

 

 

Komin til Danmarkar

Ukarinski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, kom fyrrapartin til Keypmannahavnar, og Metta Frederiksen, forsætisráðfrú, tók ímóti honum við forsætismálaráðið.

- Vit eru takksom fyri, at vit kunnu kenna okkum at vera partur av hesum samveldi, segði Zelenksyj, tá Mette Frederiksen tók ímóti.

Sambært almennu skránni skal Zelenskyj hitta fimm danskar ráðharrar.

Hann og Metta Frederiksen, sum er vertur, skulu - saman við hinum norðurlendsku stjórnarleiðarunum - millum annað umrøða hernaðarligan stuðul til Ukraina umframt trygd í Evropa, skrivar danska forsætismálaráðið í tíðindaskrivi.

Eisini bráðfeingis tørvurin hjá Ukraina á luftverju og at verja orkugeiran, eru á fundarskránni.

Fyrrapartin var serligur fundur í uttanríkispolitisku nevndini hjá fólkatinginum. Stjórnin ráðførdi seg við nevndina um sokallaða 32. hjálparpakkan til Ukraina, sum er 4,8 milliardir krónur í hernaðarstuðli. Tað sigur uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, við danska TV2.

Harumframt veitir Danmark ukrainska orkugeiranum aðrar 150 milliónir krónur í serligum stuðli.

Fundurin í Keypmannahavn og vitjanin hjá Volodomyr Zelensky er samstundis, sum umboð fyri USA, Russland og Ukraina hittast til friðarsamráðingar í Abu Dhabi. Óvist er, um fundirnir hava nakað samband við hvønnannan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Fríggjadag 20. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Nettupp
216723
Fríggjadag 20. november
RagnarRokk:Chris Flynn um Dreams of the Disappeared
215804
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592