Bústaðarviðurskifti í tinginum í dag

Bústaðarviðurskifti í tinginum í dag
Tjóðveldi hevur skotið upp at heimila Bústøðum at skriva út lánsbrøv til íbúðabygging og at veita lán til sethúsabygging
Tjóðveldi hevur lagt tvey uppskot fyri tingið um at geva Bústøðum fleiri heimildir
 
15.09.2020 - 10:37

Løgtingið fer í dag at viðgera tvey uppskot frá Tjóðveldi um bústaðarviðurskifti.

Annað uppskotið er um at geva Bústøðum heimild at útskriva lánsbrøv fyri eina hálva milliard krónur at byggja 400 bústaðir kring landið, frá 2021 til umleið 2023,

Talan skal verða um leigubústaðir, vardar bústaðir, lutabústaðir og lestrarbústaðir.

Sambært uppskotinum skulu Húsalánsgrunnurin/Bústaðir eisini fáa heimild útvega lutaíbúðir til lutaíbúðafeløg. 

20 prosent aftrat

Hitt uppskotið hjá Tjóðveldi hevur til endamáls at fíggja bústaðabygging kring landið.

Bústaðir skulu kunna bjóða upp í 100 prosent av metingarvirðinum, ella 20 prosent aftrat teimum 80 prosentunum, sum peningastovnarnir vilja læna.

Tjóðveldi sigur, at tað er torført at fáa fígging til at byggja sethús, ella endurnýggja eldri hús, aðrastaðni enn í stóru plássunum í landinum. Orsøkin er, at marknaðarvirðið uttan fyri stóru plássini er nógv minni, enn tað kostar at byggja húsini, og fíggingin er treytað av marknaðarvirðinum.

Tingfundurin í dag byrjar klokkan 11.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345