Byggja íbúðir á Eiði

Byggja íbúðir á Eiði
Tær 6-8 íbúðirnar skulu vera lidnar um tvey ár
Íbúðir verða bygdar í Kolshjøllum, har gamla kampingplássið var
 
21.09.2020 - 09:56

Smápartafelagið Búð hevur skrivað undir sáttmála við Eiðis kommunu um at keypa lendi til íbúðarbygging á Eiði.

Ætlanin er at byggja 6-8 íbúðir á Kolshjøllum, sum er gamla kampingøkið, og tær skulu verða klárar at taka í nýtslu í 2022.

Smáparrtafelagið Búð eigur verkætlanina, men møguleiki er fyri, at verkætlanin verður gjørd í samstarvi við Bústaðir, sigur Eiðis kommuna.

Kommunan bað um uppskot um íbúðarbygging á Eiði. Tá freistin fór 25. juni, vóru tvey tilboð komin.

Bygdarráðið tók einmælt undir við at gera sáttmála við smápartafelagið Búð, og skrivað varð undir sáttmálan hóskvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946