Kanna umstøðurnar hjá hoyribrekaðum

Kanna umstøðurnar hjá hoyribrekaðum
Granskingarráðið hevur játtað stuðul til verkætlanina
Nú verður umstøðurnar hjá fólki við niðursettari hoyrn kannað
 
28.09.2020 - 09:28

Avmarkað vitan er um fólk, ið hava hoyribrek í Føroyum. Tað sigur Hoyr - felagið fyri hoyribrekað í Føroyum.

Tí fara tey í næstum undir eina verkætlan, sum skal kanna umstøðurnar hjá fólki við niðursettari hoyrn í Føroyum, og síðani meta, um tørvur er á at tillaga viðurskiftini hjá teimum.

Granskingarráðið hevur játtað stuðul til verkætlanina.

Vita lítið

Hoyr sigur, at eingin veit við vissu, hvussu nógv fólk í Føroyum hava niðursetta hoyrn, nýta hoyritól, hvussu lívsviðurskiftini eru, og hvussu hetta ávirkar gerandisdagin hjá tí einstaka.

Neyvari vitan um tað fer at gera tað møguligt at skipa fyri frálæru til tey, sum hava við fólk við niðursettari hoyrn at gera.

Eisini skal vitanin brúkast til at kunna almenningin um lívsviðurskiftini hjá teimum við niðursettari hoyrn á arbeiðsmarknaðinum, sigur felagið fyri hoyribrekað í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804